Vit bjóða

Filmslýsingar
Stemningsfilmar
Stroyming
Animering/Motion Gra…
Klipping
Manuskript

Filmslýsingar

Ein filmslýsing er altíð eitt gott hugskot! Men hví tað?

Serliga um tit ynskja at marknaðarføra tykkum á netinum og í sjónvarpinum. Um tit ynskja at lýsa eina nýggja tænastu, eina vøru ella bert ynskja at fortelja heiminum hvat tit fáast við, so er ein filmslýsing eitt gott hugskot til endamálið. Í eini filmslýsing eru allar livandi myndir væl planlagdar, við sjónleikarum og uppsettum umhvørvi. Á henda hátt verður tryggjað at filmurin sendir tann rætta boðskapin og samsvarar við tey virðini tit í tykkara fyritøku leggja dent á. Inni á ''avrik'', ber til at síggja fleiri filmslýsingar vit hava framleitt.

Stemningsfilmar

Stemningsfilmar eru erligir og ektaðir.

Raclip hevur í mong ár framleitt tað vit kalla stemningsfilmar. Ein stemningsfilmur er ein enduruppliving av einari hending í livandi myndum. Stemningsfilmar eru hóskandi til festivalar, tónleikatiltøk, stevnur, ja so gott sum øll tiltøk. Stemningsfilmar eru góðir at brúka í síni marknaðarførslu á sosialum miðlum, bæði eftir lokin tiltøk, men eisini sum lýsing til næsta tiltak av sama slagi. Alt ið fer fram í filmunum er ektað tilfar, ið ikki er ráðlagt frammanundan. Hetta hevur samstundis við sær at stemningsfilmar eru í einum lægri prísklassa enn til dømis filmslýsingar.

Stroyming

Hug at senda beinleiðis?

At stroyma vindur meiri og meiri uppá seg kring allan heim. Stroyming riggar á sama hátt sum beinleiðis sjónvarp, men verður sent gjøgnum internetið. Raclip hevur stroymt frá alskyns tiltøkum, konsertum og fundum í fleiri ár. Vit klára at stroyma frá tínum tiltaki við upp til 8 kameraðum. Stroyming skilir av álvara tíð og stað frá hvørjum øðrum, og ger tað møguligt hjá fólki at vera við í einari hending beinleiðis, uttan at vera fysisk til staðar. Raclip hevur áður stroymt frá ráðstevnum, fyrilestrum, jarðarferðum, konsertum, møtum og øðrum. Eisini hava vit framleitt sendingar bæði fyri og í samstarv við Kringvarp Føroya.

Animering/Motion Grafiks

Logo animatiónir og 2D animatiónir

Hevur tú tildømis eitt búðmerki sum tú ynskir at gera livandi við animatión? Vit bjóða einfaldar animatiónir av búmerkjum, teksti og øðrum smáum grafikki.

Klipping

Hevur tú okkurt ið skal klippast?

Umframt at framleiða lidnar framleiðslur, so bjóðar Raclip eisini klipping av ráðum tilfarið. Ring til okkum á 288007 og fá upplýst dagsprís fyri klipping.

Manuskript

Eitt manuskript er ein sjónliggerð av einum hugskoti

Fyri at fáa ein mynd av tí endaligu filmsframleiðsluni, verður eitt manuskript skrivað áðrenn farið verður í holt við upptøkur. Hendan tilgongdin tryggjar tær sum kunda at boðskapurin verður borin fram á rættan hátt. Tað er serliga í manuskriptskrivingini at tann kreativa tilgongdin kemur fram. Tað er her hugskot og konceptir verða sjónliggjørd og ment.