Raclip hevur í mong ár framleitt tað vit kalla stemningsfilmar.
Ein stemningsfilmur er ein enduruppliving av einari hending í livandi myndum.
Stemningsfilmar eru hóskandi til festivalar, tónleikatiltøk, stevnur, ja so gott sum øll tiltøk.
Stemningsfilmar eru góðir at brúka í síni marknaðarførslu á sosialum miðlum, bæði eftir lokin tiltøk, men eisini sum lýsing til næsta tiltak av sama slagi.
Alt ið fer fram í filmunum er ektað tilfar, ið ikki er ráðlagt frammanundan. Hetta hevur samstundis við sær at stemningsfilmar eru í einum lægri prísklassa enn til dømis filmslýsingar.