Vit bjóða

Filmslýsingar
Stemningsfilmar
Stroyming
Grafiskar lýsingar
Filming & Klipping
Manuskript

Filmslýsingar

Ein filmslýsing er altíð eitt gott hugskot! Men hví tað?

Serliga um tit ynskja at marknaðarføra tykkum á netinum og í sjónvarpinum. Um tygum ynskja at lýsa eina nýggja tænastu, eina vøru ella bert ynskja at fortelja heiminum hvat tit fáast við, so er ein filmslýsing eitt gott hugskot til endamálið. Í eini filmslýsing eru allar livandi myndir væl planlagdar, við sjónleikarum og uppsettum umhvørvi. Á henda hátt verður tryggjað at filmurin sendir tann rætta boðskapin og samsvarar við tey virðini tit í tykkara fyritøku leggja dent á.

Stemningsfilmar

Stemningsfilmar eru erligir og ektaðir.

Raclip hevur í mong ár framleitt tað vit kalla stemningsfilmar. Ein stemningsfilmur er ein enduruppliving av einari hending í livandi myndum. Stemningsfilmar eru hóskandi til festivalar, tónleikatiltøk, stevnur, ja so gott sum øll tiltøk. Stemningsfilmar eru góðir at brúka í síni marknaðarførslu á sosialum miðlum, bæði eftir lokin tiltøk, men eisini sum lýsing til næsta tiltak av sama slagi. Alt ið fer fram í filmunum er ektað tilfar, ið ikki er ráðlagt frammanundan. Hetta hevur samstundis við sær at stemningsfilmar eru í einum lægri prísklassa enn til dømis filmslýsingar.

Stroyming

Hug at senda beinleiðis?

At stroyma vindur meiri og meiri uppá seg kring allan heim. Stroyming riggar á sama hátt sum beinleiðis sjónvarp, men verður sent gjøgnum internetið. Raclip hevur stroymað frá alskyns tiltøkum, konsertum og fundum í fleiri ár. Vit klára at stroyma frá tínum tiltaki við upp til 8 kameraðum. Stroyming skilir av álvara tíð og stað frá hvørjum øðrum, og ger tað møguligt hjá fólki at vera við í einari hending beinleiðis, uttan at vera fysisk til staðar. Raclip hevur áður stroymað frá ráðstevnum, fyrilestrum, jarðarferðum, konsertum, møtum og øðrum.

Grafiskar lýsingar

Logo animatiónir og 2D animatiónir

Eitt búðmerki sum tú vilt vekja til lívs? Vit bjóða einfaldar animatiónir av búmerkjum, teksti ella øðrum smáum grafikki.

Filming & Klipping

Hevur tú okkurt ið bert skal filmast ella klippast?

Umframt at framleiða lidnar framleiðslur, so bjóðar Raclip eisini filming og klipping. Ring til okkum og fá upplýst dagsprís fyri filming og klipping.

Manuskript

Eitt manuskript er ein sjónliggerð av einum hugskoti

Fyri at fáa ein mynd av tí endaligu filmsframleiðsluni, verður eitt manuskript skrivað áðrenn farið verður í holt við upptøkur. Hendan tilgongdin tryggjar tær sum kunda at boðskapurin verður borin fram á rættan hátt. Tað er serliga í manuskriptskrivingini at tann kreativa tilgongdin kemur fram. Tað er her hugskot og konceptir verða sjónliggjørd ment.